top of page

Acerca de

Bedingin

20221013_133122_edited.jpg

Nýggja bedingin hjá POMEK er slóðbrótandi í nógvar mátar og gevur møguleikar, ið vit ikki hava havt áður.

Høllin er upphitað, og hetta ger, at til ber gera alt slag av arbeiði alt árið, og eisini fáa mundandi betri yvirflatuviðgerð.

Video - Tá platformurin varð lagdur uppá pláss

Umhvørvið í hásæti

Í samband við vasking av bátum og skipum í høllini, verður dálkað vatn skilt frá og reinsa í afturlatnari reinsiskipan. Sostatt er fult tamarhald á vatninum og vissa er fyri at vatnið er nóg reint, áðrenn tað verður latið út.

Fakta um bedingina

Frammanfyri bedingshøllini er hylur, har bátarnir/skipini sigla inn í, og verða lyftir upp við plattforminum, og síðani trillaðir inn í bedingshøllina.

  • Bedingsbygningurin er 13 metrar høgur, 16,5 metrar breiður og er 34 metrar langur.

  • Mesta dýpd, ið bátar/skip kunnu stinga í hylinum er: 4,5 metrar.

  • Mesta breidd er 10 metrar.

  • Plattformurin er 17,3 metrar langur

  • Lyftiorkan er 200 tons.

Útgerðin í høllini
Høllin er eisini væl útgjørd við góðum traverskrana og liftum so tilber at lyfta tungar lutir og arbeiða uppi í manstum á skipum, ið eru inni í høllini.

bottom of page