top of page

Um POMEK

Um POMEK

Omanfyri
POMEK er ein framkomin maskinverkstaður, ið framleiðir og umvælir innan mekanik, hydraulik og pneumatik. Harumframt tekna, framleiða og uppseta vit konstruksjonir úr svørtum stáli, rustføstum stáli og úr aluminium.

Vit avgreiða umvælingar á landi, umborð á skipum og bátum. Starvsfólkið er sera mobilt og ferðast kring alt landið.
Verkstaðið hjá POMEK er væl útgjørt við maskinum og stórum travers-kranum og er tí vælegnað til alskyns umvælingar.
 
Framkomna teknistovan hevur nútímans forrit, plottaraútgerð og starvsfólk við drúgvum royndum við AutoCad og Inventor.
Krambúðin hevur flest vanligu vørur til skip og virkir og tað vit ikki liggja við á goymlsu, skaffa vit skjótt og kappingarført.
 
Í næstum verður nýggja bedingin hjá POMEK tikin í nýtslu. Hon er slóðbrótandi í nógvar mátar og gevur møguleikar, ið vit ikki hava havt áður. Høllin er upphitað, og hetta ger at til ber at gera alt slag av arbeiði alt árið, og eisini fáa mundandi betri yvirflatuviðgerð  

Pomek Sp/f
Faktorsvegur 12
FO-700  Klaksvík
Føroyar / Faroe Islands

Telefon / Phone: +298 45 75 63
T-postur / email: pomek@pomek.fo


Skrás. / Reg nr.: 768
V-Tal / VAT-No: 358304

Send okkum boð ella fyrispurning

Takk fyri boðini.

bottom of page