top of page

Acerca de

Leys størv

POMEK søkir maskinsmiðjulærlingar

 

Ert tú arbeiðssamur/arbeiðssom og hevur áræði, so er tað tær vit leita eftir!


Vit bjóða

  • Eina útbúgving sum maskinsmiðjur  

  • Eitt lærupláss við skipaðum arbeiðsviðurskiftum, og greiðum arbeiðstreytum

  • Eitt fjølbroytt og spennandi lærupláss, við góðari upplæring

  • Eitt gott arbeiðsumhvørvið


Vit vænta

  • at tú hevur áhuga fyri fakinum, ert ágrýtin og álítandi

 

Lærutíðin til maskinsmið er 4 ár, men styttist um tú hevur tikið SIT ella líknandi skúlaskeið.
 

Hevur hetta tín áhuga, so send okkum eina umsókn.


Um tú vilt vita meira um læruplássið, kanst tú venda tær til Frithleif Olsen á telefon. 558455,

ella á: frithleif@pomek.fo
 

Umsóknin skal sendast til: pomek@pomek.fo


Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Vit søkja støðugt eftir góðum lærlingum og arbeiðsfólki.

Um tú ert áhugað/ur at arbeiða saman við okkum, ert tú altíð vælkomin at senda okkum eina sjálvbodna umsókn til pomek@pomek.fo

bottom of page