top of page

Tíðindi

Greinasavn

03.06.22

Stórt úrval av dykkpumpum!

Vit hava fingið eitt stórt úrval av góðsku dykkpumpum á goymlsu. Pumpurnar eru allar IP68, geva úr 100 ltr/min til 2700 ltr/min og lyfta úr 12,5 m upp til 59 m. POMEK er umboð fyri 𝗛𝗖𝗣 dykkpumpur í Føroyum.

20.05.22

Vitjan av Habasit

Hesa vikuna hava vit havt vitjan av umboðum frá Habasit, ið er veitari av flutningsbeltum og bondum.

Umframt at vitja Atlantic Fair, vóru vit eisini á vitjan hjá nøkrum av kundum okkara.
Millum annað varð nýggja Habasit Super HyCLEAN modulbeltið víst fram. Hetta er slóðbrótandi á marknaðinum innan modulbeltir.

Av tí at miðjan á baksíðuni er sløtt, er tað munandi meira reinførisvinarligt enn onnur modulbeltir á marknaðinum.

Fyri nýggja reinførisvinarliga sniðið hevur Habasit Super HyCLEAN fingið International FoodTec Award

09.05.22

Platformurin komin uppá pláss

Í dag varð platformurin frammanfyri nýggju bedingshøllina lagdur uppá pláss, og tað gekk "sum fótur í hosu".

Platformurin er 11 x 17 metrar og vigar 40 tons.

06.05.22

POMEK - Umboð fyri SPURS í Føroyum

POMEK hevur júst gjørt avtalu við 𝗦𝗣𝗨𝗥𝗦 - Line & Net Cutter Systems, um at verða umboð fyri teir í Føroyum.

Amerikanska fyritøkan SPURS, byrjaði í 1981 at gera Línu og Net kutarar, og hava m.a. veitt til US Coast Guard, US Navy, RNLI (Ensku sjóverjuna), loðsbátar og yvir 100.000 vinnulig skip og stuttleika bátar.

Við Línu og Net kutara frá SPURS, kann millum annað sleppast undan umvælingum av skrúvum, pakkdósum og sleip.

Línu og Net kutararnir kunnu nýtast til skrúvuakslar úr 20 til 255 mm í diametri.

Lat okkum frætta frá tær, um tú ynskir at frætta meira um SPURS Línu og Net kutarar.

18.03.22

Nýtt kar við flutningsbandi framleitt til kunda
POMEK hevur í dag latið kunda nýtt kar við flutningsbandi. Hetta varð gjørt í tøttum samstarvi við kundan, fyri at tryggja at loysning lýkur júst tey ynski og krøv, ið vóru.

18.03.22
POMEK hevur fingið nýggja heimasíðu
Nýggja heimasíðan hjá POMEK, varð løgd út í dag. Endamálið hevur verið at gjørt hana meira nútíðarhóskandi, brúkaravinarlig og betri lýsa POMEK í allar mátar.

bottom of page